300 arbeiðspláss rúka
Í dag fer Løgtingið at taka grundarlagið undan 300 arbeiðsplássum á Glyvrum. Tað hendir, tá Løgtingið fer at samtykkja økt tilfeingisgjøld á alivinnuna til 2. viðgerð. So er bert 3. viðgerð eftir, og tá verður neyvan nakað broytt. Tí samgongufólkini í vinnunevndini eru í álitinum til uppskotið eirindaleys í síni niðurstøðu. Tey siga:
"Meirvirkaðar vørur
Partar av alivinnuni halda, at ein serlig skattaskipan eigur at vera fyri meirvirkaðar vørur. Hesin minnilutin hevur umrøtt hesi viðurskiftini, og tað verður ikki mett skynsamt at hava serligar skattaskipanir fyri ávísar partar av vinnuni. Tøkugjaldið er fyri atgongdina at ala á føroysku firðunum, og tað eigur sum útgangsstøði ikki at taka hædd fyri, hvat alifyritøkurnar velja at gera við rávøruna, tá hon verður tikin upp úr føroysku firðunum. Vanliga víðarivirkar vinnan, tí tað loysir seg rakstrarbúskaparliga, og ein serlig skipan fyri meirvirking er at rokna sum ein stuðulsskipan til framleiðslu."
Hetta siga tey, hóast Havbúnaðarfelagið í sínum hoyringsskrivi greitt sigur, at
"Grundarlagið verður tikið undan meirvirkaðum laksavørum
Nýggja uppskotið um tøkugjald tekur grundarlagið undan framleiðslu av virkaðum vørum í Føroyum. Hendan er skipað við langtíðarsáttmálum og góðsking av laksavørum í Føroyum, og skapar nógv arbeiðspláss og virðir í landinum. Tískil eigur tøkugjaldið fyri góðskaðar vørur, ið verða seldar á langtíðar sáttmálum, at verða viðgjørt øðrvísi enn gjaldið fyri heilan laks á spotmarknaðinum."
Tað er heilt týðiligt, at samgongufólkini í vinnunevndini ikki hava álit á boðskapinum frá Havbúnaðarfelagnum. Tað tykist sum samgongan heldur, at alivinnan bara tosar fyri síni sjúku mostur og at boðskapurin um, at víðarivirkingin av laksaportiónum fer at steðga, eru leysar hóttanir.
Men her meti eg, at samgongan fer skeiv. Tað verða verkafólk, sum koma at líða undir uppskotinum hjá samgonguni. Hava samgonguflokkarnir, sum annars siga seg hava umsorgan fyri verkafólki, hugsað um hetta?
Tað skrivar Bill Justinussen á facebook-vanga sínum