2700 ferðafólk umborð
Størsta ferðamannaskip í Føroyum í ár
Í morgin - mikudagin 23. juli vitjar 300 metur langa ferðamannaskipið Niew Statendam í Runavík frá kl. 7.30-16.00 við umleið 2700 ferðafólkum og eini manning á umleið 1000 fólk.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá Nieuw Statendam. MB Tours er túrsmiður.
Okkara roynda cruisetoymi, sum er sett saman av nógvum lokalum kreftum, gleðir seg og er til reiðar at taka ímóti teimum nógvu cruisegestunum
Tað skrivar Runavíkar Havn