267 milliónir í avlopi í fjør
Smyril Line hevði 267 milliónir í avlopi í fjør
2023 var metár, stendur í roknskapinum, sum var lagdur fram á aðalfundi í dag.
Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2023 løgd fram. Rakstrarúrslitið fyri 2023 var 267 mió. kr., samanborið við 201 mió. kr. í 2022. Avlopið var 122 mió. kr. eftir skatt, samanborið við 77 mió. kr. í 2022. Hetta er sostatt metár fyri felagið higartil. Smyril Line rindar 10. mió. vinningsbýti fyri 2023.
Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 595 starvsfólk í 2023. Hetta var áleið tað sama sum árið fyri. Farmavirksemið eydnaðist sum heild væl, og á ferðafólkasíðuni var ein rímiligur vøkstur í eftirspurninginum eftir Íslandi, ímeðan eftirspurningurin eftir Føroyum minkaði eitt vet í 2023 samanborið við 2022.
Størsta íløgan hjá Smyril Line í 2023 var farmaskipið Glyvursnes, ið kom í felagið í desembur. Glyvursnes siglir rutuna millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Við keypinum av Glyvursnesi kann Smyril Line røkja alt rutunetið við egnum flota.
Útlitini fyri 2024 eru rímiliga góð. Vit vænta eina javna menning bæði innan ferða- og farmavirksemið. Hetta er ein meting grundað á verandi gongd og útlit, men viðurskifti, so sum hækkandi prísir á brennievni, avgjøld, rentuhækking, inflasjón og politiska støðan, kunnu broyta fortreytirnar.
Tað er av stórum týdningi, at Smyril Line alsamt endurnýggjar og framtíðartryggjar flotan. Vit fegnast um, at vit í januar í ár gjørdu sáttmála um at byggja tvey nýggj farmaskip, ið koma í flotan í 2026. Sostatt er endurnýggjanin av flotanum byrjað. Hetta merkir, at vit eisini í framtíðini kunnu veita kundum okkara eina góða tænastu, og at vit leiða felagið fram ímóti eini grønari orkuloysn.
Nevndin: Í nevndini eru Tummas Justinussen, Arne Joensen, Helga á Borg og Jens Meinhard Rasmussen.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Jens Meinhard Rasmussen, stjóra, á telefon 794910.