21 skip royna eftir makreli
Nógv skip royna eftir makreli tætt í ein landnyðring úr Føroyum, og fiskiskapurin er góður.
Í morgun visti jn.fo at siga, at 21 skip eru á feltinum, harav tey sjey eru russisk og tey 14 føroysk.
Millum annað verður nógvur makrelur landaður á uppsjóvarvirkinum, Pelagos í Fuglafirði, har tey hava arbeitt samanhangandi alla hesa vikuna.
Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, letur væl at og sigur, at tey tilsamans eru eini 60 fólk til arbeiðis júst nú.
Hoyr samrøðuna við Jóhan Páll Joensen HER 21 skip royna eftir makreli | Kringvarp Føroya (kvf.fo)