2. hvítusunnudag verða grindabátarnir í Vági aftur flotaðir
Traditionen tro, so verða grindabátarnir í Vági flotaðir 2. hvítusunnudag. Talan er um eitt serligt tiltak við mentan og samveru. Tó, so byrjar alt tórskvøldið, tann 25. mai, klokkan 17.00, tá bátarnir verða drignir úr neystunum og førdir inn á Garðabrúgv. Bátarnir koma at standa á Garðabrúgv inn til teir aftur verða flotaðir 2. hvítusunnudag. Øll eru vælkomin omaná Garðabrúgv at hyggja at, tá bátarnir verða drignir upp, og at síggja bátarnar, meðan teir standa á brúnni.
2. hvítusunnudag
Møtt verður klokkan 9.30 Garðarbrúgv 2. hvítusunnumorgun, og byrjað verður við andakt og sungnir verða nakrir sálmar. Tað er Frelsurnarherurin og Orðið á Borðið í stíla fyri. Eftir andaktina verða grindabátarnir flotaðir og klokkan 10.00, ella har á leið, verður róð út á fjørðin og í móti Lopra. Róð verður í umleið hálvan annan tíma, áðrenn lagt verður at drottinum við Smyrlakeiina. Allir motorbátar eru hjartaliga vælkomnir við á ferðini hjá grindabátunum. Og tey, sum ynskja at mannað grindabátarnar, eru vælkomin at møta upp á Garðabrúgv klokkan 9.30, 2. hvítusunnudag.
Klokkan 12, tá bátarnir hava lagt at kei, verður gudstænasta í Vágs kirkju og aftaná gudstænastuna verður tiltak í neystinum hjá Vágs kappróðrarfelag. Vágs Kommuna bjóðar suppu og drekkamunn, og aftaná verður føroyskur dansur, ið Jómsvíkingar skipað. Klokkan 14 verður barnaundirhald við kappróðrarneystið, har børnini fara á eina spennandi veiðuferð. Undirhaldið skipað Sólrun Winther og Angelina J. Gudmundsen fyri.