19 ára gamli toftadrongurin Magnus Hammer í Hjøllum til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk

Har skal hann arbeiða komandi hálva árið, og tað gleðir hann seg til.

Tá hann verður spurdur, hví hann valdi Nuuk og Grønland, svarar hann:

– Fyri gott tveimum árum síðani var eitt umboð frá donsku Sjómansmissiónini á Stórmøtunum hjá Heimamissiónini. Hon greiddi frá møguleikum at starvast á sjómansheimum í Grønlandi og at tey støðugt høvdu brúk fyri ungum hjálparfólkum. Tað vakti mín áhuga.

– Tá eg var liðugur við miðnám kom tankin aftur. Í heyst seti eg meg í samband við Nannu hjá donsku Sjómansmissiónini. Hon bað meg senda eina umsókn og eg varð góðtikin. Nú styttist av álvara til fráferðina og spenningurin økist, sigur hann.

Hvat skalt tú gera í Nuuk? – Eg skal arbeiða á sjómansheiminum, sum nú eitur Hotel Søma. Har skal eg búgva og starvast í 30 tímar um vikuna. 15 tímar á Hotel Søma, har eg komi at gera ymiskt hotellarbeiði. Hinar 15 tímarnar skal eg arbeiða saman við Niels, sjómanstrúboðaranum. Vit skulu, millum annað,  vitja umborð á skip, vitja fongslið og so skal eg verða við í umsorganararbeiðinum fyri heimleys, sigur Magnus.

Hvat vónar tú at fáa burturúr? – Eg eri sera spentur at fara, tí nógv verður nýtt og øðrvísi. Eg vóni at uppliva Grønland og grønlendingar og síggja hvussu Gud arbeiðir har. Eg vóni eisini at fáa bæði handaligar og andaligar arbeiðsroyndir. Harafturat hevði tað verið sera spennandi at vitja í Føroyingahavnini, sigur hann.

– Nú er vetur við kava og umleið 11 kuldastigum í Nuuk. Tað er Grønland. Eg verði har til 28 juli, og tá skuldi bæði várið og summarið veri komið, og tað er eisini Grønland, sigur Magnus H. Í Hjøllum.

Á møtinum nýggjársdag í Tabor á Toftum, kunnaði Magnus um ferðina og biðið varð fyri honum við handaálegging.

Honum verður ynskt góða ferð og Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivaði Truboðin fyrst í árinum.