Nú eru 16 alilærlingar lidnir við 1. skúlaskeiðið
So eru 16 alilærlingar til samans lidnir við 1. skúlaskeiðið á nýggju aliútbúgvingini í Vestmanna. Teir koma úr øllum landinum og hava lærusáttmála við eina av stóru alifyritøkunum í Føroyum.
Vit á Miðnám ynskja hesum 7 sum nú stóðu 1. skúlaskeið blýðan byr á starvsleiðini og við útbúgvingini.
Tað skrivar Miðnám í Vestmanna á facebook-síðu síni.