15 miljónir til Sjósavnið
Fyrireikingararbeiðið til nýtt sjósavn á Argjum gongur væl. Mett hevur verið, at treytin fyri uttanhýsis stuðulsfígging til byggingina er í stóran mun tengt at, um lokali myndugleikin eisini stuðlar verkætlanini fíggjarliga.
Skotið verður upp at játta Sjósavninum tilsøgn uppá kr. 15 mió til byggingina í fíggjarætlanini 2024, og at tilsøgnin er galdandi til 31. desember 2024 soleiðis, at Sjósavnið hevur neyðuga tíðarkarmin at fáa til vega samlaðu fíggingina til verkætlanina. Treyt fyri útgjaldi er, at øll loyvi til byggingina eru fingin til vega.
Tilmælið frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum til býráðið í morgin er at játta eina tilsøgn uppá 15 mió kr. til at byggja nýtt Sjósavn á Argjum. Málið er samtykt í bæði mentamála- og fíggjarnevndini.