Bara 14 bátar hava galdandi siglingarloyvi
14 av 60 bátum hava siglingarloyvi
Nú várið nærkast, eru útróðrarbátar við fiskiloyvi í bólki 5A av álvara farnir at gera klárt til fiskiskap.
Vørn hevur higartil í ár tillutað 60 bátum fiskiloyvi í bólki 5A, men i.einans 14 bátar hava galdandi siglingarloyvi
Sjóvinnustýrið hevur heitt á fólk í varða av hesum bátum um at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast.
Sjóvinnustýrið hevur sum aðalmál at verja mannalív á sjónum, og tí er Trygdin hjá sjófólki okkara av størsta týdningi.