14 ár síðan nýbygdi Fiskivinnuskúlin lat upp
Ídag fyri júst 14 árum síðan - tann 9. mars í 2009 - byrjaði undirvísingin í tá nýbygda Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum í 2017 fekk navnið Miðnám í Vestmanna. Gamla navnið varð strikað, tí tað virkaði avmarkandi og avspeglaði ikki longur innihaldið í undirvísingini á skúlanum.
Áðrenn flutt var í nýbygningin, húsaðist skúlin í 20 ár í fleiri sethúsum inni á Fjørð í Vestmanna. Tá bjóðaði skúlin Hægri útbúgving innan fiskivinnu umframt yrkisútbúgvingar innan fiskavirking, aling, landbúnað og fiskireiðskap - serliga trol og nót. Yrkisútbúgvingarnar fingu lítla undirtøku, og tí vórðu tær ikki bodnar út eftir, at skúlin var fluttur í nýggja bygningin.
Tað skrivar fyrrv. skúlastjórin á Fiskivinnuskúlanum, Jákup Andreasen á facebook-vanga sínum.
Í 2013 bleiv skúlin partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini, og bjóðaði tá serføroysku gymnasialu tilfeingisbreytina, sum tann einasti í landinum. Tilfeingisbreytin vendir sær serliga til ungfólk, sum hava áhuga fyri náttúru, umhvørvi og hvussu vit burðardygt gagnnýta føroyska náttúruríkidømi. Útbúgvingin gevur atgongd til lestur á hægri lærustovnum.
Frá í 2018 bjóðaði skúlin ferðaleiðaraskeið, sum beinanvegin fingu góða undirtøku, og nýliga er yrkisútbúgvingin innan aling tikin uppaftur í broyttum líki.
Myndina tók eg av altanini í gamla høvuðsbygninginum í februar 2009, tá skipað var fyri hátíðarhaldi fyri nýggja skúlanum. Eg mynstraði av skútuni í januar 2020.
All reactions:
45Hans Pauli Strøm, Silja Follend Mikkelsen og 43 onnur