110 ár liðin síðani "Robert Miller" fór av Havnini
Havnarfólk høvdu tað seinasta sambandið við teir 11 mennirnar, har eingin tíverri spurdist aftur. - "Robert Miller" var sædd á Bankanum tann 20. ella 21. við kós norðureftir /í útnyring, og tí var hildið, at skipið hevði kós mótvegis Íslandi, har teir rendu seg í ódnarveðrið sum kom.
Menn mettu, at Robert Miller helst gekk burtur á Suðurlandinum, á Medalandsbuktini.
Manningin var øll úr Suðuroynni.
Skipið er ikki skrásett á kortinum yvir burturgingin føroysk skip undir Íslandi. - Tað er væl kent, at tað seinni so mæta skaldið, Pól F. skuldi við henda túrin, men foreldrini beindu hann heldur til Havnar at ganga í skúla.
Seinni skal Pól F. hava sagt: So hevði friður verið í dunnuhylinum, um hann var sloppin við.
Tað skrivar Álvur Danielsen á facebook.