13 ár síðan rennisjógvur var í Klaksvík

Sera høg flóð innast á vánni í Klakvík, 4. februar 2013

Har sum Ósáin rennur út, var fult upp á bakkarnar báðumegin við. Ein brúgv, sum gekk frá gamla kappróðrarneystinum og yvirum á fyllingina, har sum nógvir stórir og høgir bygningar eru í dag, var næstan undir. Vanliga vóru fleiri metrar av brúnni niður á sjógv/ósan.

Spurt var í stuttu greinini, um fólk mintust hetta serliga fyribrigdið fyri júst 13 árum síðan.

Slík fyribrigdi eru altíð áhugaverd, og vit hava sett okkum eina løtu at hyggja eftir myndunum og meta um orsøkir v.m.

Fyrst fingu vit samband við myndatakaran, Gunhard Hansen. Hann hevði goymt myndirnar í einum geyma, og kundi greiða frá, tá ið hann tók myndirnar.

Hann tók myndirnar seint seinnapartin, eitt sindur eftir arbeiðstíð. Komin oman ímóti gamla kappróðrarneystinum sá hann, at alt var ikki, sum tað plagdi. Vatnstøðan imillum neystið og útfyllingina broyttist skjótt.

Frá at vera næstan tómt til at sjógvurin kom uppundir brúnna gingu bert fáir minuttir. Tað fløddi so skjótt niðaneftir, at tað kom heilt niðan, har hann stóð. Líka skjótt fjaraði aftur.

Eina løtu seinna sá alt út at vera vanligt aftur.

So er tað tað, hvat hendi?

Tað er skjótt at staðfesta, at hetta var ikki ein vanlig flóð, sum var á veg. Tá ið tað fløðir og fjarar, tekur tað 6 tímar og 12 minuttir frá størstu fjøru til hægstu flóð (og øvugt). Umframt, so er hægsta flóð í Klaksvík als ikki so høg, sum handan á myndini.

LES ALT HER......Júst 13 ár síðan rennisjógvur var í Klaksvík - Veðurstova Føroya