12 skip kunnu fiska makrel í norskum sjógvi í senn
Nú er neyðugt at broyta kunngerðina, sum krevur, at føroysk skip skulu landa og avreiða allan fisk í Føroyum.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo
Avtalan um makrel, sum Føroyar hava gjørt við Noreg og Bretland, sigur, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.
Avtalað er við Noreg, at í mesta lagi 12 føroysk skip kunnu royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn.
Tí er í uppskotinum um kunngerð áseting um, hvussu gjørt verður, um fleiri enn 12 skip søkja Vørn um loyvi at fiska makrel í norskum sjógvi.