1168 pakkar eru latnir umborð á 102 skip

68 fiskiskip, 21 farmaskip, 11 frálandaskip og 2 vaktarskip.

Eins og undanfarnu ár hevur Føroyska sjómansmissiónin latið jólapakkar til sjófólkið.

Jólapakkarnir eru komnir frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið, og sjómanstrúboðarin hevur borið teir umborð á skipini.

Nú arbeiðið er liðugt, og talt er saman, kunnu vit upplýsa, at 1168 pakkar eru latnir umborð á 102 skip. 98 føroysk, 3 grønlandsk og 1 norskt.

Tá skipini eru býtt upp í bólkar, síggja tølini soleiðis út:

68 fiskiskip, 21 farmaskip, 11 frálandaskip og 2 vaktarskip.

Umleið 25 føroysk skip verða burtur um jólini.

Sjómansmissiónin takkar hjartaliga sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum hava latið pakkar til sjófólkið.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir øllum á sjógvi og landi eini gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár, við tøkk fyri alt gott í brátt farna ári.

Mynd:

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari rættir kokkinum á Tasilaq, Jens Larsen, jólapakkarnar.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook