1151 pakkar latnir umborð á 102 skip

Umleið 20 av skipunum verða burtur á jólum

Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin givið jólapakkar til sjófólkið.
Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringum og øðrum, sum vilja gleða okkara siglandi fólk.  

Fyrstu pakkarnir vóru bornir umborð 16. oktobur og teir seinastu fríggjadagin 19. desembur.  

Nú talt er saman, eru 1151 pakkar latnir umborð á 102 skip.
100 føroysk og tvey útlendsk. 

Tá ið skipini verða býtt í bólkar, síggja teir soleiðis út:
65 fiskiskip, 21 farmaskip, 5 frálandaskip í oljuvinnuni, 
9 tænastuskip í alivinnuni og 2 vaktar- og bjargingarskip.
Umleið 20 av skipunum verða burtur á jólum.

Soleiðis skrivar trubodin.fo.

Torleif Johannesen skal eiga stóra tøkk frá Føroya Fiskimannafelag, fyri sítt stóra arbeiði fyri føroyska og útlenska sjófólki. Takk Torleif.