110 milliónir fyri Høgaberg

Norska felagið Andrea L hevur keypt skipið

Høgaberg er nú strikaður í Føroya skipaskráseting.

Hann er seldur til Noregs fyri 167 mió. norskar krónur, knappliga 110 milliónir í okkara pengum.

Andrea L hevur keypt skipið frá Framherja í Fuglafirði. 

Høgaberg er bygdur í 2014 í Póllandi, og hann kom til Føroya í 2017.

Framherji skal hava nýggjan Høgaberg. 

Felagið hevur keypt Gamla Jupiter fyri 43 mió. kr. at fiska, til nýggi Høgaberg kemur á sumri 2024.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo.

Myndin er frá skipalistin.fo.