110 ár síðan herviliga skaðadagin tollaksmessudag í 1913

Henda dagin gingu tríggir bátar burtur úr Norðoyggjum – ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin. 19 mans doyðu, og eftir sótu 13 einkjur við 43 børnum, sum vóru yngri enn 15 ár.

 

Tiltikni skaðadagurin tollaksmessudag í 1913 er størsti vanlukkudagur við árabátum í Føroyum síðan 1500-talið.

Henda dagin gingu tríggir bátar burtur úr Norðoyggjum – ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin. 19 mans doyðu, og eftir sótu 13 einkjur við 43 børnum, sum vóru yngri enn 15 ár. Allir arbeiðsførir menn á Skarði, sjey í tali, druknaðu, og hetta gav bygdini deyðamein.

Tíggju dagar frammanundan var Havgásin úr Svínoy gingin burtur við seks monnum, og nakað frammanundan gekk “Húsaskonnartin” burtur við seks monnum á veg heim til Føroya úr Hetlandi. Ongin maður av Húsum var við á túrinum.

Hepni var við kalsingum henda dagin, tí ongin bátur úr Kalsoynni fórst skaðadagin. Mikladalsmenn høvdu verið niðri í fjøru og kannað útróðrarlíkindini henda morgunin, men tað var so nógvur dráttur í sjónum, sum teimum ikki dámdi til útróðrarlíkindi. Tí settust teir aftur og fóru aftur til hús.

Húsamenn vóru eisini á veg til útróðrar, men vendu aftur, tá teir vóru komnir norður fyri Hattardal. Hetta komst av, at abbi formannin á bátinum var komin til hansara í dreymi nakað frammanundan, og hevði sagt honum, at hann skuldi ikki fara til útróðrar, um mánin sá út, sum hann vísti honum í dreyminum.

Komnir norður fyri Hattardal, síggja teir mánan júst soleiðis, sum abbi formannin hevði sagt honum í dreyminum. Tí gav formaðurin boð um at venda aftur, sjálvt um hinir menninir onki skiltu, tí tað var fínasta veður. Hetta var helst bjargingin hjá Húsamonnum. Pól Højgaard á Brekkum var við húsamonnum henda dagin, og hetta varð nevnt í taluni, tá hann fór til gravar.

Myndina av fleiri bátum, sum fara siglandi út eftir Pollinum, eigur Norðoya Fornminnissavn. Hon hevur sum so onki beinleiðis við skaðadagin at gera.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook.