108 lastbiladekk av botni
Leygardagin skipaðu Norðoya Bjargingarfelag, Klaksvíkar Kommuna, Klaksvíkar Havn, manningin á Brimili og Kavaraskúlin fyri rudding, á botni fram við Kósakaiini
Tá uppgjørt varð, vóru 108 gomul fríhold komin upp, soleiðis at tey kunnu burturbeinast.
Slíkir lutir kunnu gera stóran skaða á skip, um teir koma í skrúvur og annað.
Á myndini síggja vit part av manningini saman við borgarstjóranum í Klaksvík Karl Johansen.
Tað skrivaði Jóhann Lützen á Norðlysid.fo leygardagin.
Mynd Norðlýsið.