1000 takk fyri, Lennart
Í gjár fingu vit eitt so avbera vakurt skelti at hanga upp á veðurstovuni í Klaksvík.
Tað er hongt upp við síðuna av stóra skerminum, og tit fara at síggja hann í veðursendingini í kvøld aftan fyri Turið Laksá.
Tað er Lennart Magnussen, sum hevur evnað skeltið úr føroyskum viði. Hann gongur á kvøldskúla, og tað er har, hann hevur gjørt tað.
So er Veðurstova Føroya so flott brent í við einum lasara.
Var á Verkstaðnum Vón í gjár eftir skeltinum.
1000 takk fyri, Lennart.
Tað skrivar Hanus Kjølbro, frá Veðurstovu Føroya á facebook-vanga teirra.