10 ár síðan Pelagos fekk fyrstu lastina
Sonni Ahorni skrivar á sínum facebook-vanga, at tað eru longu 10 ár síðan Pelagos fekk sína fyrstu last.
13.August 2014 skrivaði Tórur Mikkelsen soleiðis, um Pelagos, tá fyrsta lastin var á veg.
Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, Pelagos, bíðar nú eftir at fáa fyrstu lastina av makreli. Virkið er til reiðar at fara til verka, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri.
Tey hava frammanundan keypt smærri nøgdir av makreli úr Kollafirði, so tey kundu royna maskinurnar. Enn er ymiskt, ið skal lagast til, og tí verður tann fyrsta lastin, sum virkið keypir, eisini brúkt til at tillaga maskinurnar við.
Johan Páll Joensen, stjóri, upplýsir fyri Kringvarpinum, at møguliga fer fyrsta skipið at landa makrel til Pelagos í morgin.