1. januar kom krav um frálæru í handfaring av harðskapi og ágangi

Frameftir fara øll trygdarskeið fyri sjófólk at hava undirvísing í hesum.

20 prosent siga seg hava verið happað ella hava upplivað chikanu umborð á einhvønn hátt.

Tað staðfesti ein kanning av sosiala umhvørvinum umborð á føroyskum skipum, sum Sjóvinnustýrið gjørdi í fjør.

At sjófólk nú fáa undirvísing í, hvussu harðskapur og ágangur skal handfarast fer at gera umstøðurnar tryggari umborð, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Tað er Vinnuháskúlin og Sjónám, sum skipa fyri trygdarskeiðum.

Og í morgin fara vit í gongd við fyrstu trygdarskeiðini, sigur Brandur H. í Funningsstovu, leiðari á Sjónami.

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum: Sjófólk skulu nú læra at handfara harðskap og ágang | Kringvarp Føroya

Tað var Birita Matras Petersen sum hevði samrøðuna í kvf í gjár og eigur tekstin.