Væleydnað fiskikapping í norðoyggjum

12 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist 3100 pund.

Árliga fiskikappingin hjá segl- og skúlaskipinum Dragin, varð hildin í góðverðriðnum í gjár.

Hann var høgur í ættini, so flestu bátarnir royndu suður úr Borðoyanesinum og eysturi í Íðuni.

Bátarnir loystu klokkan 7.30 og vóru aftur klokkan 17.00. Tá veiðan varð vigað, varð bjóða manningunum góða heita suppu.

12 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist 3100 pund.

Úrslitið gjørdist:

Nr. 1: ‘Malla’ við Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard: 457 pund.

Vinningur: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 2: ‘Ingibjørg’ við Petur J Svøðstein og Einar Heinesen : 401,2 pund.

Vinningur: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 3: ‘Pisan’ við Eyðstein Poulsen og Jakup Eydnugarð: 357,8 pund.

Vinningur Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: KSS)

Størsta fisk, ið var 100 cm, fekk Jakup Eydnugarð. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: RVtøkni)

Vinnarin av lutakastinum millum bátarnar, gjørdist báturin ‘Benjamin’. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: KSS)

Dragin takkar øllum luttakarunum og stuðlum.