Hjálpargrunnur

Umsókn til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn er grunnur settur á stovn í 1938, við tí endamálið at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum stuðul.

Virksemi grunsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri tey sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðuni.

Grunnurin hevur eisini sum endamál, at veita stuðul til heilsuhjálpandi og fyribyrgandi átøk, sum felagsskapir skipa fyri. Og at veita fíggjarligan stuðul til eftirsitandi hjá sjófólki, umframt til arbeiðið ímóti tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi- ella sjúkulekjandi arbeiði í Føroyum.

At veita fíggjarligan stuðul til sjófólk, sum er vorðið óarbeiðsført av sjúku, og sum ikki kann fáa nøktandi fíggjarligan stuðul aðrastaðni.

Stuðulin úr Hjálpargrunninum verður veittur á hvørjum ári til jóla.

Umsóknin skal vera grunninum í hendi í seinasta lagi 10. desember 2021.