Tá ongin grundgeving heldur

Nú í eina tíð hevur ótespiliga og nirðandi orðið ófaklærdur verið nýtt

Nú í eina tíð hevur ótespiliga og nirðandi orðið ófaklærdur verið nýtt um menn, sum hava sítt yrki á sjónum; menn, sum við síni høgu fakligheit, hava verið við til at lagt lunnar undir føroyska samfelagið. Spurningurin er so, hví ein nýtir orðið. Er tað tí, at tað skal vera ein umbering fyri, at útnytta fólk og konsekvent bróta øll mannarættindir, ella er tað tí, at ein er so radikalt uppdrigin, at ein trýr tí, ið prætikað hevur verið. Tað skal ikki koma fyri, at slíkt verður góðtikið.

 

Søgan hevur lært okkum, at gjøgnum tíðina hava fólkabólkar verið valdir út til at plága. Ofta tí at tað gevur fyrimun til yvirstættina. Hetta verður ofta gjørt fyri at venda eyguni frá teimum sersømdum, tey hava. Tey vilja ikki, at onnur fáa sama framíhjárætt. Helst eru tey bangin fyri, at tey missa sínar sersømdir.

mælt verður til, at tosa virðuligt um okkara landsmenn