Steðgið hesum sníkjandi stórálopi á fakfeløgini í fiskivinnuni

 

Útlutað rættindi at veiða makrel og annan uppsjóvarfisk eru, eins og onnur fiskirættindi, ikki ætlað spekulantum — tey eru av røttum ætlað okkara manningum og skipum.

 

 

Eins og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálunum hevur víst á, hoyra tær makrelkvotur sum stórt sæð allur veiðiflotin uttan útróðrarbátarnir hevur fingið í lut, í veruleikanum ikki heima hjá sokallaðum “rættindahavarum” — kvoturnar hoyra heima hjá okkara manningum og skipum.

 

Landsstýrismaðurin hevur sjálvandi rætt í hesum, og einans soleiðis ber í praksis til at tryggja at virðini á hesum rættindum koma øllum okkara samfelag til góðar sum best.

 

Føroya Fiskimannafelag ávaraði, undir farna landsstýrisskeiði, ímóti at innføra eitt hugtak sum rættindahavari í lógina. Tí ein slíkt orð í lógarteksti kann gera tað møguligt, so ørt tað ljóðar, at taka fiskimenn burtur úr allari líkningini í sambandi við tey rættindi sum eru knýtt at vinnuligum fiskiskapi.

 

Tíverri hava manningarnar bert í ávísum førum fingið lut í teimum virðum ið somu manningar sjálvar hava lagt rygg til at fáa til høldar. Hetta kann ikki vera rætt, og vónandi vilja landsins myndugleikar eisini vera við til at rætta hendan skeivleika.

 

Men hvat ið er enn verri, lóggávan fyri fiskivinnuna er framvegis ikki rættiliga broytt og dagførd til tað sum Landsstýrið annars boðaði frá at gerast skuldi, og enntá vann løgtingsvalið uppá. Tí enn stendur í lógini at kvotur hoyra til rættindahavarar, og í ringasta føri kann hetta tulkast sum at manningar og skip eiga eingi rættindi í samanhanginum. Og tað er jú fullkomiliga burturvið.

 

Tað var av sonnum ikki uttan grund at vit ávaraðu so ímóti at gera fiskirættindi til nakað sum er knýtt at rættindahavarum heldur enn fiskiskipum og manningum. Tí slíkt óskil vil í longdini drepa sunna og lønandi fiskivinnu við at geva kappingarfyrimun til spekulantar, tað vil siga fólk ið fyrst og fremst hugsa um at tjena skjótar pengar og vilja skáka sær undan teimum skyldum og ábyrgdum sum annars hoyra til vinnuligan fiskiskap í Føroyum. Við øðrum orðum gevur tað teimum fyrimun sum ikki hava átikið sær sama váða og gjørt veruligar íløgur í veiðitól og tað sum har til hoyrir, og sum ikki hava tryggjað góðar arbeiðsumstøður og sømilig kor fyri manningarnar. Við at hoppa upp um alt tílíkt og ístaðin bara leiga sær skip við manning í stutt tíðarskeið í senn, er lætt hjá spekulantum at leggja roykslør og lok á alt sum eitur avreiðingartøl og kostnaðir av skiparakstri — tí eingin sáttmáli er millum rættindahavara og manningarfeløg, og av tí sama ber heldur ikki til hjá manningarfeløgunum at krevja innlit í tey viðurskifti sum annars beinleiðis viðkoma manningunum og teirra hýrum.

 

Hetta er í roynd og veru eitt sníkjandi men sera álvarsamt álop á fakfelagsrørsluna í fiskvinnuni, og tí kunnu vit heldur ikki liva við tí, eins og vit fyrr hava sagt.

 

Ein og hvør eigur at kunna síggja at sleppur tílíkt at halda fram ótarnað, so fer øll burðardygd í fiskivinnuni skjótt fyri bakka. Vit mugu ikki gloyma at tann sosiali og tann búskaparligi veruleikin eru eitt púra grundleggjandi element í øllum sum eitur burðardygd. Tað gevur ikki meining yvirhøvur at tosa um burðardygd uttan at eisini hava hetta við í mentu — tað snýr seg hóast alt um fólk og samfeløg í samvirkan við tað natúrliga umhvørvið. Og tað snýr seg um at hugsa longur fram enn um stokkutan løtuvinning.

 

Fyri at hava eina vinnu ið stendur seg í longdini krevjast stabilir karmar, íroknað haldgóðir sáttmálar og grundleggjandi álit millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Og her er jú ein fyritreyt at teir karmar sum fakfeløgini og teirra mótpartar hava bygt upp gjøgnum mong Harrans ár, ikki bara verða rivnir niður í óumhugsnum og ábyrgdarleysum grammleika.

 

Tí vilja vit staðiliga heita á landsins myndugleikar um sum skjótast at fáa lógina broytta, soleiðis at øll veiðiloyvi og fiskirættindi verða knýtt at skipum og manningum heldur enn spekulantum.