Seinastu tíðindi

Umsitingarætlan eftir fiskidagaskipanini Formansvalið Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag Formansval Vit eru langt frá til reiðar at fara yvir til kvotaskipan Svarti listi

Fakfelagstíðindi

Umsitingarætlan eftir fiskidagaskipanini


18 januar 2019 - 12:12

Kvotur eru longur burtur nú enn nakrantíð

Tað stendur greitt aftan á fundin í Fiskimálaráðnum í gjár 17 januar. Arbeiðsbólkurin fer nú undir at gera eitt tilmælið um, hvussu okkara fiskivinna skal rekast nøkur ár frameftir. Tilmælið skal verða klárt um góðar tveir mánaðir.

Hetta er ein stóru sigur fyri okkum, ið hava hava hildið fast í okkara fiskidagaskipan. Vit hava víst á, at ein fiskidagaskipan, er tað einasta rætta undir Føroyum, tí tað er so blandaður fiskiskapur undir Føroyum.

Vit hava eisini víst á, at tað er munandi betri stovnsrøkt við einari fiskidagaskipan. Fiskidagaskipanin gevur eisini betur hagtøl, og er nógv meira etisk og burðardygg.