Viðtøkur

§ 1 Navn, endamál

Navn felagsins er Føroya Fiskimannafelag, og er endamál tess at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Endamál felagsins er eisini at bøta um korini hjá øðrum siglandi enn fiskimonnum. 

§ 2 Limaskapur

Rætt til limaskap hava menn og kvinnur, sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags. Eisini onnur siglandi kunnu gerast felagslimir. 

Uppiløgst sjófólk, sum hava verið limir, kunnu gerast hvílandi limir. Hesi kunnu halda fram í trygging felagsins, um tey lúka tryggingartreytirnar. 

§ 3 Sjómannadeild

Til at taka sær av áhugamálum hjá øðrum siglandi limum enn fiskimonnum hevur felagið eina serliga landsumfatandi sjómannadeild. Eftir reglum, sum felgasstjórnin góðkennir, velja limirnir í sjómannadeildini eina trímanna deildarnevnd við tveimum tiltaksmonnum, og skipar hon seg sjálv við deildarformanni og næstformanni.
Nevndin fyri sjómannadeildina skipar sjálv fyri teimum seráhugamálum, sum hesin bólkur hevur við øllum neyðugum stuðli frá felagsskrivstovuni og felagsstjórnini, og skal nærri reglugerð gerast hesum viðvíkjandi.
Limir í sjómannadeildini luttaka á jøvnum føti við allar limir felagsins í sýslu- og felagsformannsvali og rinda sama limagjald, tó so at nærri reglur kunnu gerast hesum viðvíkjandi. 

§ 4 Limagjald

Landsfundurin ásetur stødd limagjalds, avrokningargjalds og møguligt gjald til verkfallsgrunn. 

§ 5 Felagsstjórnin

Felagið verður stjórnað av eini felagsstjórn, sum hevur sjey limir, og eru teir seks sýsluformenn og felagsformaður. Ein sýsluformaður verður valdur fyri hvørja sýslu, og felagsformaðurin verður valdur millum allar limirnar. Valini eru beinleiðis val. 

Tveir tiltaksmenn verða valdir fyri hvønn sýsluformann. Felagsstjórnin velur sínámillum næstformann. Valskeiðið er 3 ár.

Formaðurin boðar stjórnarlimunum til fundar við í minsta lagi 24 tíma freist, um mál, sum hava serligan skund kann freistin vera styttri.

Stjórnin er viðtøkufør tá meirilutin av stjórnarlimunum møta á fundi. Gerðabók verður skrivað um tað sum viðgjørt verður á stjórnarfundi. Bókin verður skrivað undir av øllum fundarluttakarunum.

§ 6 Uppstilling og val

Við vali av sýsluformanni kunnu trý fólk stillast upp í tí einstøku sýsluni. Hvørt valevni skal hava í minsta lagi fimm stillarar. Valevni og stillarar skulu vera búsitandi í sýsluni, sum stillað verður upp til. Valevni eins og stillarar, skulu vera limir í Fiskimannafelagnum.

Hvør sýsla skal í minsta lagi stilla tvey valveni upp sum tiltaksfólk fyri sýsluformannin. Við vali av felagsformanni hevur hvør sýsla rætt at stilla í mesta lagi trý fólk upp. Hvørt valevni skal hava í minsta lagi fimm stillarar. Valevni eins og stillarar skulu vera limir í Fiskimannafelagnum.

Við vali av felagsformanni hava eisini limirnir á teim skipum, sum eru burtur, tá uppstillingin fer fram, rætt til at stilla upp eitt valevni.

Valevni er uppstillað sum felagsformansvalevni, um 10 stillarar ella tríggjar skipsmanningar skjóta hann upp. Valini eru loynilig og fara fram eftir reglum, sum felagsstjórnin ásetur. Skipast skal so fyri, at limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, skulu hava høvi at greiða atkvøðu.

Atkvøðuseðlar verða sendir til grannskoðara felagsins, sum telur atkvøðurnar. 

§ 7 Aðrar reglur fyri val

Hvør felagslimur hevur skyldu at taka við vali sum sýsluformaður og sum tiltakslimur. Tó kann felagslimur, sum hevur verið sýsluformaður eitt valskeið at enda, nokta at taka móti endurvali í næstkomandi valskeiði.

Allir formenn og tiltaksfólk verða vald fyri trý ár í senn, og tekur valskeiðið við 1. februar. 

§ 8 Álitisfólk

Umborð á skipum eigur manningin at velja sær ein álitisfólk, sum skal vera millummaður millum skipara og manning og á annan hátt vera talsmaður manningarinnar. 

Álitismaðurin skipar, t.d. eftir reglum, sum felagsstjórnin fyrisetur, fyri uppstilling og val umborð á skipum, sum ikki eru heima, meðan val fara fram. Gjørd verður serlig skipan fyri álitisfólk. 

§ 9 Landsfundur

Landsfundurin er hægsta vald felagsins, og hann verður hildin hvørt ár í november ella desember. Fundurin skal boðast frá við 3 viku freist. 

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og limum.
6. Annað.

Landsfundurin verður skipaður av felagslimunum, sum møta á fundi, og hava hesi atkvøðu, talu- og uppskotsrætt. Uppskot skulu vera stjórnini í hendi tríggjar vikur undan landsfundinum. Uppskot um lógarbroyting skulu hava undirtøku frá 3/5 av limunum, sum eru skrásettir at taka lut í landsfundinum.

Felagsstjórnin hevur talu-, uppskotsrætt og atkvøðurætt, sum allir aðrir felagslimir. Landsfundurin kann samtykkja at senda mál til atkvøðugreiðslu millum allar limirnar. Gerðabók verður skriva um tað sum viðgjørt verður á landsfundinum. Bókin verður skrivað undir av øllum stjórnarlimum.

Eykalandsfundur

Um ein meiriluti av nevndini, 80 felagslimir ella 10 skipsmanningar ynskja tað kann landsfundur haldast við skrá, sum tann sum krevur landsfundin ásetir. 

Lýsingarfreistin fyri eykalandsfundin er 3 dagar, tó kann víkjast frá hesi freist, um mál við serligum skundi skulu viðgerast. 

§ 10 Rakstur felagsins

Formaður saman við sýsluformonnunum standa sum felagsstjórn fyri rakstri felagsins og umboða felagið úteftir. Felagsformaðurin hevur ábyrgd av dagligu leiðslu felagsins og tekur avgerð í dagliga fyrikomandi málum.

Felagsstjórnin er viðtøkufør, tá meira enn helvtin av limunum eru á fundi, og vanligur meiriluti er avgerandi fyri allar avgerðir. Stjórnarfundur verður hildin, tá formaður ella tríggir stjórnarlimir ynskja tað.

Í samstarv við nevndina setir formaðurin neyðugt starvsfólk á skrivstovuni, og skal reglugerð gerast fyri dagligu arbeiðsgongd felagsins.

Felagið verður bundið við undirskrift av formanninum. Til lántøku, veðseting umframt keyp og sølu av fastari ogn krevst nevndarsamtykt og undirskrift av formanninum og minst 3 stjórnarlimum. 

§ 11 Roknskaparviðurskifti

Roknskapurin verður grannskoðaður av einum statsautoriseraðum grannskoðara. Reglugerð verður gjørd fyri roknskaparmannagongd felagsins.

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. 

§ 12 Felagsskylda

Felagslimir Føroya Fiskimannafelags mugu ikki mynstra við føroyskum skipi, uttan at allir umborð eru felagsbundnir. Allir sum mynstra eftir sáttmálum Føroya Fiskimannafelags skulu vera limir í Føroya Fiskimannafelag. Fyri limir í sjómannadeildini kann felagsstjórnin tó gera undantak frá hesi reglu.

Fer nakar limur í Føroya Fiskimannafelag at sigla saman við monnum, sum ikki halda tær í hesi grein nevndu treytir, ella fremur hann á annan hátt brot móti felagnum ella boðum tess, kann hann gerast útlagin úr felagnum. Skal limur koyrast úr felagnum hevur viðkomandi rætt at vera hoyrdur skrivliga ella munnliga, áðrenn nevndin tekur avgerð í málinum.

Skal limur koyrast úr felagnum skulu tveir triðingar av teimum sum eru á nevndarfundi atkvøða fyri.
Fyri uppafturtøku kann felagsstjórnin seta treytir, harundir at tílíkur limur rindar sekt, ið stjórnin ásetur. 

§ 13 Avtøka av felagnum

Samtykt um at avtaka felagið kann eingin verða gjørd uttan á einum við tí endamáli serstakliga saman-kallaðum fundi. 

Til tílíkan fund eigur hvør sókn at senda tveir mans, ið valdir verða til tess. 
Samtyktin verður einans galdandi, tá 3/4 av teim greiddu atkvøðunum hava játtað henni og minst helmingurin av teim valdu sendimonnunum vóru á fundi. 

Eigur felagið við avtøkuna ognir, eftir at skuldir tess eru rindaðar, skal Hjálpargrunnurin fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn eiga hesar ognir. 

§ 14 Gildiskoma

Henda lóg kemur í gildi 1. november 1980. Broytt eftir samtykt á landsfundi tann 19. desember 2014, staðfest við uratkvøðu 1. november 201. Broytt á landsfundi tann 22. desember 2016, staðvest við uratkvøð 31. august 2017.