Samlagstrygging

Samlagstrygging og frítíðarvanlukkutrygging

Tú ert fevndur av samlagstryggingini, tá tú mynstrar, og so leingi tú ert mynstraður.
Um tú mynstrar av, ert tú framvegis fevndur av tryggingini í eitt tíðarskeið aftaná. Tíðarskeiðini eftir seinastu avmynstring eru hesi:

  • 30 dagar, um tú hevur verið mynstraður í minni enn 30 dagar
  • 180 dagar, um tú hevur verið mynstraður í 30 dagar ella meira

Er ynski um at varðveita samlagstryggingina út um nevndu tíðarskeið, ber hetta til við at gjalda 320 krónur hvønn mánaða á kontuna fyri samlagstryggingina hjá Føroya Fiskimannafelag í Betri, kontonummar 9181-1698305.

Ein sjálvsøgd fyritreyt fyri at vera fevndur av samlagstryggingini er, at limagjaldið er goldið. Limagjaldið er 1,25 prosent av hýruni. Vanliga mótroknar og rindar reiðaríið limagjaldið. Hvílandi limir rinda 100 krónur um árið í limagjaldi.

Øll, sum eru fevnd av samlagstryggingini hjá Føroya Fiskimannafelag, eru eisini fevnd av frítíðarvanlukkutrygging felagsins.

Tað er tryggingarfelagið Alka, sum veitir samlagstryggingina og frítíðarvanlukkutryggingina hjá Føroya Fiskimannafelag. Faldarar um tryggingarnar kunnu takast niður á leinkjum her niðanfyri, og leinki til oyðubløð, treytir og frágreiðingar hjá Alka kunnu takast niður her.