Tríggir sáttmálar í hús

Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip fingu semju um allar tríggjar sáttmálarnar í mars.


Føroya Fiskimannafelag hevur tríggjar sáttmálar við Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) – ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskipini og tveir sersáttmálar fyri ávikavist frálandaskip og smá frálandaskip.

Og tað eydnaðist at fáa semju um allar tríggjar sáttmálarnar í seinasta mánaða.

Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2019, tí við nøkrum ábótum. Sostatt hækkaði eftirlønin 1. mars við einum prosenti upp í 9 prosent, og 1. mars 2018 hækkar hon aftur við einum prosenti, so hon tá verður 10 prosent. Løn og eftirløn hækka við tilsamans 2,2 prosentum fyrra sáttmálaárið og við  2,3 prosentum seinna sáttmálaárið.

Hækkingin svarar til hana, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið í hesum samráðingarumfarinum, og sum Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eisini fingu í teirra semjum í seinasta mánaði.

Sáttmálarnir og lønartalvur fyri fyrsta sáttmálaárið kunnu takast niður sum pdf niðanfyri greinina.


Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), tá sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir.
(Mynd: Vinnuhúsið)

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr