Reiðarar: Avreiðingargjald er stuðul


Mortan G. Berjastein, FF-nevndarlimur, fekk reiðararnar at vátta, at avreiðingargjaldið fyri landing uttanlands av makreli og sild virkar sum ein stuðul til tey føroysku uppsjóvarvirkini.

Føroya Fiskimannafelag hevur frá fyrstan tíð funnist at avreiðingargjaldinum á tvær krónur kilo, sum síðani 2012 hevur verið lagt á makrel og sild, ið verður landað uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip.

Felagið heldur nevniliga, at avreiðingargjaldið er ein beinleiðis stuðul til føroysku uppsjóvarvirkini, tí tað verður brúkt til at trýsta prísini niður her heima.

Serliga hevur Mortan G. Berjastein, FF-nevndarlimur, verið nógv frammi við atfinningum ímóti gjaldinum, og tað fekk hann aftur høvi til, tá hann seinasta fríggjakvøld sat í kjakpaneli á Torradøgunum í Klaksvík. Umframt hann var panelið mannað við reiðarum, einum umboði fyri útróðrarflotan og einum sjálvstøðugum fiskaseljara.


Umboð fyri Fiskimannafelagið vóru væl møtt, her eru tað nevndarlimirnir Magnus Pauli Glerfoss, Axel Hansen, Jan Højgaard og Sólberg Olsen.

Vinnustuðul
Mortan G. Berjastein spurdi beinleiðis teir tríggjar uppsjóvar-reiðararnar í panelinum Hanus Hansen, Kristian Martin Rasmussen og Anfinn Olsen, um teir ikki mettu avreiðingargjaldið vera ein stuðul til føroysku uppsjóvarvirkini.

Við ymiskum orðum váttaðu teir, at avreiðingargjaldið á tvær krónur kilo gjørdi kappingarførið hjá føroysku virkjunum mótvegis útlendskum virkjum og móðirskipum samsvarandi betri og tískil kundi metast sum ein stuðul.


Kjakpanelið fríggjakvøldið. Úr vinstru eru tað Mortan G. Berjastein, Føroya Fiskimannafelag, Absalon í Buð, umboðandi útróðrarbátarnar, Dánial í Skálum, umboðandi partrolarar, Janus Knudsen, umboðandi trolbátar, Kristian Martin Petersen, umboðandi stállínuskip, Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum, Hanus Hansen, umboðandi trolararnar í Barentshavinum, Kristian Martin Rasmussen, umboðandi nótaflotan og Poul Huus Sólstein, sjálvstøðugur fiskaseljari.

Evnið fyri fiskivinnukjakinum fríggjakvøldið var “Hvat sigur fiskivinnan til uppskotið um fiskivinnunýskipan?”.

Kjakið snúið seg mest um uppboðssølu av kvotum og rættindum, men nomið var eisini við onnur evni, eitt nú antitrust-mørk og kvotur mótvegis fiskidøgum.

Mikukvøldið í seinastu viku sótu allir formenninir í teimum politisku flokkunum í panelinum, tá kjakast var um fiskivinnunýskipan. Tá var bert kjakast um fyri ella ímóti uppboðssølu, men lítið nýtt kom fram.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr