Stjórnin skipaði seg


Stjórnin. Úr vinstru eru tað Axel Hansen, annar næstformaður, Jan Højgaard, formaður, Sámal Poulsen, næstformaður, Sniálvur Røvilsberg, Sólberg Olsen, Magnus Pauli Glerfoss og Mortan Berjastein.

Nývalda stjórnin í Fiskimannafelagnum hevði sín fysta fund í gjár. Sniálvur Røvilsberg er nývaldur fyri Sandoyar Sýslu, og Sólberg Olsen er nývaldur fyri Vága Sýslu. Hinir eru allir afturvaldir uttan mótvalevni. Umframt formannin, ið er valdur serstakt, eru teir Axel Hansen, Streymoyar Sýsla, Magnus Pauli Glerfoss, Norðoya Sýsla, Mortan Berjastein, Eysturoyar Sýsla, og Sámal Poulsen, Suðuroyar Sýsla.
Nýggja stjórnin skipaði seg í gjár við Sámali Poulsen sum næstformanni og Axel Hansen sum øðrum næstformanni.
Sámal Poulsen var eisini næstformaður í gomlu stjórnini, men tá var Andrias Berglíð, ið ikki stillaði uppaftur, annar næstformaður.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr