Sniálvur vann

Máldómari mátti upp í leikin, tá uppteljingin til stjórnarvalið í Fiskimannafelagnum var í morgun. Sniálvur Røvilsberg vann sessin aftur við 20 atkvøðum ímóti 19 til Tummas Frank Joensen.

Tað bleiv stórur spenningur, tá uppteljingin til stjórnarvalið í Føroya Fiskimannafelag var liðug í morgun. Tað var bara í Sandoyar Sýslu, at dystarval var, og tá liðugt var at telja upp, hevði Tummas Frank Joensen, sum hevur umboðað sýsluna seinasta valskeiðið, fingið 19 atkvøður og avbjóðarin Sniálvur Røvilsberg somuleiðis 19 atkvøður.
Men so var ein atkvøða, hvørs gildi ivi var um, tí atkvøðuseðilin var ikki útfyltur akkurát sum fyriskrivað.


Sniálvur Røvilsberg siglir við Sandshavinum, og hevur nú endurvunnið nevndarsessin í Fiskimannafelagnum.

Tí mátti advokatur boðsendast at taka støðu, og hann gjørdi av, at atkvøðan skuldi teljast við. Henda atkvøðan var til Sniálv Røvilsberg, sum sostatt vann við 20 atkvøðum ímóti 19.
Tá ein atkvøða ikki er útfylt júst eftir forskriftunum, verður kannað um nakar ivi er um, hvønn ella hvat viðkomandi hevur ætlað at atkvøtt fyri. Er ongin ivi um tað, eigur atkvøðan at telja við, og tað var hesa niðurstøðu, sum advokaturin kom til eftir at hava eftirkannað valúrslitið.
Sniálvur Røvilsberg hevur fyrr siti í stjórnini hjá Føroya Fiskimannafelag, men tapti ímóti Tummas Frank Joensen í 2014.
Nú hevur hann so vunnið sessin aftur.


Sólberg Olsen vann sín nevndarsess umboðandi Vága Sýslu við friðarvali.

Nýggjur í stjórnini er eisini Sólberg Olsen í Miðvági. Hann er valdur uttan mótvalevni í Vága Sýslu, har Andrias Berglíð, ið umboðaði sýsluna fleiri valskeið, ikki stillaði uppaftur.

Føroya Fiskimannafelag bjóðar Sniálvi Røvilsberg og Sólberg Olsen vælkomin í stjórnina.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr