Mynstringarbann lýst móti Hoyvík


Hoyvík, tá hann var heimahoyrandi í Føroyum sum Høgaberg.

Nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík hjá Thor í Hósvík sleppur ikki til fiskiskap fyribils, tí skipið hevur onga avtalu gjørt við manningarfeløgini og lýkur tískil ikki galdandi sáttmála.

Tey trý manningarfeløgini hava lýst mynstringarbann, har tey nokta limum sínum at mynstra við Hoyvík, so leingi ongin avtala er gjørd við reiðaríið.

Manningarfeløgini hava fyrr í vikuni vent sær til Hans Andrias Kelduberg, reiðara á Hoyvík, fyri at biðja hann koma at samráðast um eina avtalu at galda fyri skipið, men hann hevur ikki svarað aftur. Nú er skipið á veg til Føroya, og neyðugt var at lýsa mynstringarbannið í stundini at forða fyri at skipið fer til fiskiskap í sáttmálaloysi.

Hoyvík er keypt úr Noregi fyri slakar 20 milliónir krónur. Skipið hevur fyrr verið heimahoyrandi í Føroyum sum ávikavist Gullfinnur og Høgaberg. Sambært in.fo fór Hoyvík úr Egersund í Noregi á middegi í gjár og kemur á Havnina tíðliga í morginsárið.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr