Landsfundur: Uratkvøða um sóknarformenn

Uppmøtingin var ikki hin besta, tá Føroya Fiskimannafelag í dag hevði sín landsfund í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn.

Men tað forðaði ikki einum góðum og konstruktivum orðaskifti um nógv ymisk mál, eftir at formaðurin fyrst í síni frágreiðing hevði hugleitt um farandi árið og gjørt støðuna upp á teim ymsu mótunum, ið felagið virkar á. Formansfrágreiðingin kann heintast sum pdf niðanfyri greinina.


Jan Højgaard greiddi frá árinum, ið nú er um at vera farið.

Uratkvøða
Ein umfatandi viðtøkubroyting var eisini á skrá, nevniliga uppskotið frá nevndini um at taka av skipanina við sóknarformonnum, sum hevur verið galdandi, síðani felagið var stovnað fyri 105 árum síðani.

Nevndin heldur tíðina vera farna frá hesi skipan, sum eisini er rættiliga tung og byrokratisk at arbeiða við, og málið hevur fleiri ferðir framm fyrr. Í 2014 varð atkvøtt um at taka skipanina av, og fall uppskotið tepurt við 20 atkvøðum fyri og 21 ímóti.

Tó at málið sostatt er viðgjørt fleiri ferðir fyrr á landsfundi, metir nevndin eftir tilráðing frá advokati felagsins, at talan er um eina so grundleggjandi broyting í viðtøkunum, at rættast er at lata allar limirnar taka støðu til málið við einari uratkvøðugreiðslu.


Umleið 40 fiskimenn tóku lut í landsfundinum í ár.


Stjórnin í Føroya Fiskimannafelag, úr vinstru eru tað Andrias Berglíð, Axel Hansen, Jan Højgaard, Sámal Poulsen, Magnus Pauli Glerfoss og Mortan G. Berjastein. Tummas Frank Joensen, stjórnarlimur, er í jólafrí og var ikki við á landsfundinum

Uppskot havnað
Atkvøðugreiðslan í dag snúið seg tí bert um, hvørt málið skuldi sendast út til uratkvøðu ella ikki. Hesum var full undirtøka fyri á landsfundinum.

Tvey onnur ítøkilig uppskot vóru komin inn til landsfundin. Annað snúið seg um at seta 67 ára aldurshámark á fyri stjórnarlimir – sýsluformenninar – og hitt var eitt uppskot um at Fiskimannafelagið skal taka seg úr Samtak.

Uppskotsstillarin var farin av fundi, tá málini komu til viðgerðar, og Páll Nielsen, advokatur, sum var orðstýrari, metti ikki, at uppskotini vóru búgvin til støðutakan. Bæði tí, at so áttu tey at verið komin inn í so góðari tíð, at stundir høvdu verið at kunnað limirnar betur um tey áðrenn landsfundin, og tí, at tey eru so grundleggjandi, at tey undir øllum umstøðum eiga at sendast til uratkvøðu, um støða skal takast til tey.

Landsfundurin viðgjørdi tískil ikki hesi uppskot.

Limagjaldið
Í fjør var eitt uppskot lagt fyri landsfundin um at seta hámark á limagjaldi. Tað var tikið aftur tá fyri at verða lagt fram aftur í ár í staðin, tí ongar útrokningar av avleiðingunum vóru tøkar tá. Tær útrokningarnar eru gjørdar nú, og hevði tað kostað ávikavist 0,55, 1,1 ella 2,3 milliónir krónur í mistum limagjaldið, um hámarkið verður ásett til ávikavist 20.000, 15.000 ella 10.000 krónur.

Men uppskotsstillarin var ikki til staðar á landsfundinum, og ongin áhugi var millum fundarfólkið at gera nakrar broytingar. Annars vóru fólk eisini her samd um, at eitt møguligt hámark er ein so grundleggjandi broyting av viðtøkunum og fíggjarliga virkisgrundarlagnum hjá felagnum, at tað í so fall eigur at sendast út til uratkvøðu.

Limagjaldið er 1,25 prosent av hýruni og 100 krónur um árið fyri hvílandi limir. Ein samdur landsfundur tók undir við uppskotinum hjá stjórnini um at lata tað vera óbroytt.

Grannskoðaraval
Einasta skrivliga atkvøðugreiðsla var um valið av grannskoðara, ið annars plagar at vera ein reinur avgreiðsluspurningur.

Men her skeyt ein fundarluttakari upp at velja grannskoðaravirkið Januar í staðin fyri Numo, ið er núverandi grannskoðaravirkið hjá felagnum, og sum stjórnin eisini skeyt upp at velja aftur.

Tað varð ført fram, at alt var ikki farið rætt fram, tá Føroya Fiskimannafelag í 2014 valdi Numo fram um Januar, tí Numo kom við einum betri tilboði.

Jan Højgaard greiddi frá, at Fiskimannafelagið í sátt og semju hevði avgreitt øll ivamál við Januar, og orðstýrarin vísti á, at landsfundurin tvær ferðir eftir skiftið hevur góðkent roknskapirnar, sum eru grannskoðari av Numo, uttan at nakar ivaspurningur er reistur hesum viðvíkjandi.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist eisini púra greitt – 27 vóru fyri, at Numo skuldi veljast aftur sum grannskoðari, fimm vóru fyri Januar, og fimm vóru blankar.


Andrias Berglíð takkaði fyri seg. Hann hevur verið sýsluformaður í Vágum síðani 1992, men stillaði ikki uppaftur til sýsluformansvalið, sum fer fram í hesum í døgum.

Trúgv tænasta
Andrias Berglíð í Sørvági, sum hevur stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag síðani 1992, stillar ikki upp aftur til stjórnarvalið, sum er nú. Hann tók orðið á landsfundinum og takkaði fyri seg. Jan Højgaard takkaði aftur fyri og rósti Andriasi Berglíð fyri sítt ótroyttiliga arbeiði í nevndini fiskimonnum at frama og stóra loyaliteti mótvegis felagnum.

Gestarøðarar
Tveir gestarøðarar vóru á landsfundinum í ár.

Herálvur Joensen, fráfarandi stjóri í Reiðarafelagnum, hugleiddi um arbeiði við at gera fiskivinnunýskipan, og sáttmálastøðuna ársskiftið 2017-2018, tá verandi fiskirættindi fara úr gildi.

Høgni Hoydal greiddi frá politisku samráðingunum um fiskivinnunýskipan.


Herálvur Joensen, fráfarandi stjóri í Reiðarafelagnum og Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, vóru gestarøðarar.

Nógvir spurningar og dúgligt kjak varð í kjalarvørrinum av gestarøðunum. Hóast Herálvur Joensen og Høgni Hoydal ikki eru samdir um alt viðvíkjandi fiskivinnunýskipan og tí, sum hartil hoyrir, so hava teir báðir hampuliga góðar vónir um, at ein semja fer at verða funnin.

Landsfundurin endaði við døgverða og góðum undirhaldi av Hilmari Jan Hansen og Robert McBirnie.


Aftur í ár syrgdu Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie fyri góðum undirhaldi afturvið døgverðanum.

Pdf: 
ViðfestiStødd
PDF icon Formansfrágreiðing 2016.pdf4.25 MB

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr