Endaliga skráin fyri landsfundin

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag verður í morgin kl 10 í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7 í Havn. Morgunmatur er frá kl. 9.

Endaliga dagsskráin er henda:

1. Formansfrágreiðingin um virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi. Innkomið uppskot um at seta hámark á limagjaldið.
5. Uppskot frá stjórn og sóknum:
    a. Avtøka av skipan við sóknarformonnum (stjórnin)
    b. Uppskot um aldurshámark á 67 ár fyri nevndarlimir.
    c. Uppskot um at taka Fiskimannafelagið úr Samtak.
6. Annað.

Eftir formligu dagsskránna og ein lítlan steðg fær gestarøðarin Herálvur Joensen, fráfarandi stjóri í Føroya Reiðarafelag, orðið.
Eisini Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eina stutta kunning um tað, sum hann arbeiðir við.

Umleið kl 16 verður døgverði, og tá fara Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie at undirhalda.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr