Landsfundur 22. desember

Landsfundurin 2016 hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður hósdagin 22. desember klokkan 10 í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 7 í Havn. Morgunmatur verður at fáa frá klokkan 9.
Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin, tað er hósdagin 1. desember. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til info@fiskimannafelag.fo

Dagsskráin fyri landsfundin:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Uppskot frá stjórn og sóknum.
6. Annað.

Føroya Fiskimannafelag

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr