Ein loyvisskattur er besta boð

Fiskimannafelagið heldur, at ein loyvisskattur heldur enn tilfeingisgjald er besta amboðið at taka pening inn frá reiðarunum fyri framíhjárættindini, teir fáa til fiskiríkidømið.

Føroya framtíð liggur í nevnd. Ein nevnd arbeiðir við at broyta alt grundarlagið undir størstu inntøkukelduni hjá samfelagnum, fiskivinnuni, og ein onnur nevnd arbeiðir við at skapa ein nýggjan leist fyri, hvussu skattainntøkurnar í framtíðini skulu koma til høldar.

Væntast má, at ætlanin við báðum hesum nýskipanum er, at tær skulu verða øllum samfelagnum at betri gagni, enn núverandi skipanir borga fyri. Men verður ikki rætt farið fram, kunnu ætlaðu betringarnar skjótt enda við, at alt verður verri.

Tað er onki at ivast í, at okkara fiskivinna eigur at framtíðartryggjast í øllum sínum fjølbroytni, soleiðis at henda kúgvin eisini í komandi tíðum kann mjólkast og geva væl av sær.

Men fiskivinnan ER tey fólkini, ið mynda hana, og fyrst og fremst snýr tað seg um fiskimenninir. Og at vera fiskimaður í Føroyum í dag er ein sera ótrygg og ofta sera soltin tilvera, og verða fleiri byrðar lagdar á fiskimenninar orsakað av nýskipanunum, so fara skipini at liggja ómannað. Tí botnurin er langt síðani náddur fyri, hvat okkara fiskimenn vilja góðtaka afturfyri tað, teir kunnu forvinna undir teimum umstøðum, teir mugu arbeiða og búleikast undir.

Væl vita vit, at ávísir skipabólkar hava góðar tíðir við góðum fortjenastum. Men í stóra hópinum av fiskimonnum og –kvinnum eru tey fá í tali, sum tjena nógvar pengar umborð á føroyskum fiskiskipum í mun til arbeiðstíð, arbeiðsumstøður og umstøðunum at búleikast undir.

Tí fer Føroya Fiskimannafelag ikki at finna seg í, at gjøld á fiskivinnuna – tað veri seg núverandi og komandi – bara verða turkað av upp á fiskimenninar, soleiðis sum vit hava sæð tað seinastu árini.

Vit skulu eisini enn einaferð minna á, at Fiskimannafelagið sum einasta fakfelagið í landinum alla tíðina hevur sagt nei til tilfeingisgjald.

Fiskimenn rinda persónsskatt, og tað er eisini tann vegin, teir skulu skattast í framtíðini. Gjøld, ið eru ætlað reiðarunum/skipunum fyri teirra rættindi at fiska, skulu eisini gjaldast 100 prosent av teimum.

Fyri at ongin ivi skal vera um, hvør eigur rokningina, skal talan vera um ein loyvisskatt, lagdur á hvørt einstakt fiskiloyvi. Tí ein skattur kann ikki sendast víðari til triðja persón. Higartil hevur man funnið upp á øll møgulig onnur heiti, soleiðis at reiðararnir hava kunnað misnýtt grein 17 í sáttmálanum og trekt hesi gjøld av óbýttum á avrokningunum, áðrenn fiskimenninir hava fingið sítt.

Føroya Fiskimannafelag
nevndin

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr