Lurtið ikki eftir lýsingunum!

”Lurtið ikki eftir lýsingunum, men takið tað púra róligt. Tykkara eftirløn er í tryggum hondum, eisini eftir nýggjár, uttan at tit nýtast at gera nakað sum helst.”

Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, í sambandi við, at nýggj eftirlønarskipan kemur í gildi á nýggjárinum.
Rættiliga nógvir løntakarar munnu fáa meira høvuðbrýggj enn brúkbara kunning og vegleiðing burtur úr nógvu lýsingunum, bæði á prenti og í elektronisku miðlunum, um, hvussu teir skulu bera seg at í sambandi við nýggju eftirlønarlógina.

Bankar, pensjónsgrunnar, fakfeløgini og Taks lýsa øll hvør í sínum lagi og ofta við hvør sínum boðskapi eisini.

Nýggja eftirlønarlógin ber í sær, at øll nú skulu spara upp eftirløn av allari løn, og tí verða eisini nógvir nýggir eftirlønaruppspararar á marknaðinum.
”Øll vilja hava sín part av køkuni, bankarnir og eftirlønargrunnarnir, og tað er kanska forstáiligt. Men tað er keðiligt og irriterandi, at allar hesar mótsigandi lýsingarnar gera fólk í ørviti.”
”Løntakarar uttan fakfelag, og sum onga eftirlønarskipan hava frammanundan, mugu sjálvandi fáa sær eina skipan, men eg giti, at allir fakfelagslimir í landinum munnu vera í onkrari eftirlønarskipan, og hesir nýtast ikki at gera nakað sum helst, tí tey halda bara fram í teirra skipanum. Soleiðis er eisini hjá limunum í Føroya Fiskimannafelag - og tað er líka mikið, um tey eru komin við yvir í nýggju uppsparingina í Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags, ella tey framhaldandi eru í gomlu skipanini ella onkrari heilt aðrari skipan”, sigur Jan Højgaard.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr