Sigið nei til uppboðssølu

Mortan Berjastein mælir teimum løgtingslimum, sum ikki eru fyri uppboðssølu av fiski, áðrenn hann er veiddur, til at atkvøða eftir egnari sannføring.

-Vit eru sannførdir um, at ein uppboðssøla av óveiddum fiski fer at gerast mønustingurin fyri føroyska fiskimannin, sigur Mortan Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, sum heitir á løgtingslimir um at atkvøða nei til uppboðssølu-uppskotið. Uppskotið kemur til aðru viðgerð í tinginum í morgin 31. mars.

Í morgin, 31. mars, verður 2. viðgerð av løgtingsmálið nr. 51/2015: Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavninum í 2016.
Nógv hevur verið tosað um at atkvøða eftir egnari sannføring og ikki, sjálvur meini eg, at man altíð eigur at gera tað. Í hvussu so er eigur man altíð at sleppa at gera tað. Tá nú eitt uppskot um at selja 10 prosent av ymiskum fiskastovnum á uppboði er til viðgerðar, hevur Føroya Fiskimannafelag roynt at ávirka ímóti eini uppboðssølu, tí vit eru sannførdir um, at tað fer at gerast mønustingurin fyri føroyska fiskimannin.
Vit hava eisini víst á aðra loysn, bæði yvirfyri reiðarunum og vinnunevndini, sum reiðarnir halda, er ein nógv betri loysn enn ein uppboðssøla, meðan politiska skipanin eftir øllum at døma ikki somikið sum tímur at gáa eftir. Ein loysn sum gevur landinum tryggar inntøkur fyri fiskirættindi framyvir, eins og tað gevur vinnuni tryggar karmar ar virka undir.

Tað skal tí vera mín vón, at tey, sum ikki eru fyri nøkrum so ræðandi, sum einari uppboðssølu av fiski, áðrenn hann er veiddur, hava somikið av stirili í sær, og atkvøða eftir egnari sannføring, soleiðis at ein uppboðssøla ikki gerst veruleiki.

Mortan G Berjastein

nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr