Góð heilsuráð, tá ferðast verður uttanlands

Tað er altíð vert at hava heilsulig viðurskifti í huga, tá ferðast verður í útlondum. Hugsað eigur t.d. at vera um: Mat, drekkivatn, reinføri, húðverju, kynssjúkur, møguligar koppsetingar v.m.

 

KOPPSETING

Um tú ætlar at ferðast uttan fyri Evropa, verður mælt til, at tú tosar við kommunulæknan, fyri at kanna um neyðugt er, at tú koppsetir teg ella fært fyribyrgjandi viðgerð, áðrenn tú fert avstað.

 

MATUR

Tá ið tú ferðast uttanlands, serliga uttanfyri Norðurlond, eigur tú at ansa eftir:

ísi, ið ikki er innpakkaður majonesusósum kalda borðinum salatbløðum og grønmeti, ið ikki er kókað. Vanliga er heilt trygt at eta nýgjørdan, heitan, væl kókaðan ella stoktan mat. Somuleiðis frukt og grønt, sum tú sjálv/ur flysur.

 

DREKKIVATN

Um okkara leiðir er vatnið so at siga altíð gott at drekka, men aðrastaðni kann tað vera av slíkum slag, at tað kann elva til búkilsku og lívsýki (diarré). Til ber at spyrja seg fyri, har tú býrt. Men ert tú í iva um vatndygdina, so ber til at fáa vatn í fløsku.

Minst til, um tú drekkur leskidrykkir við ísterningum í, so kunnu ísterningarnir vera frystir við ráum vatni, og er sostatt eins stórur møguleiki at fáa búkilsku av teimum.

 

LANGAR FLOGFERÐIR

Langar flogferðir hava við sær, at tú situr ov stillur, og kanst tí verða stív/ur og hovin um beinini. Mælt verður til, at tú fert upp at ganga við jøvnum millumbilum. Tosa við Kommunulæknan, um tú skalt taka serlig fyrivarni.

 

HÚÐVERJA

Nít sólverjukrem við nóg høgum verjustigi. Ansa eftir, at tú ikki sólskáldar húðina. Hetta er serliga týdningarmikið hjá børnum. Pinkubørn eiga ongantíð at fáa sólbað. Ver ansin við sólini, tá ið hon stendur hægst á himli, sóla tær helst ikki tá.

Ov nógv sól kann elva til rukkuta húð og størri vanda fyri krabbameini í húðini.

 

HIV OG EYÐKVÆMI (AIDS)

Neyðugt er at hugsa um at verja seg ímóti AIDS, um tú fert uttanlands. AIDS hevur breitt seg út um allan heimin og herjar serliga í londunum sunnan fyri Sahara í Afrika. Onnur lond, ið eru serliga rakt, eru Baltalond, Eysturevropa og í Fjareystri. Tó er vert at minnast til, at einki land kann sigast at vera trygt viðvíkjandi AIDS.

Tað sæst ikki á fólki, um tey bera smittuna. HIV-virus elvir til eyðkvæmi, og eyðkvæmi (AIDS) er navnið á sjúkuni, tá ið hon er brotin út. Tað kunnu taka nógv ár, frá tí at tú ert vorðin smittað/ur, til sjúkan kemur so nógv fyri seg, at sjúkueyðkenni vísa seg.

Hóast eingi sjúkueyðkenni eru, kann tann, ið er smittaður, smitta onnur.

Besta verja bæði fyri teg, og tann, ið tú hevur kynsligt samband við, er hít

Óvard samlega er vanligasta orsøkin til HIV-smittuna. Maður kann smitta kvinnu, kvinna kann smitta mann, og maður kann smitta mann, í sjáldsomum førum kann kvinna smitta kvinnu (oral sex).

 

REINFØRI OG AIDS

Fer tú at ferðast til lond, har eyðkvæmi er vanlig sjúka hjá stórum parti av fólkinum, og har tú ikki kennir tryggleika viðvíkjandi reinførisstøðunum, so eigur tú at royna at sleppa undan innspræningum, blóðtøku og tannlæknaviðgerð.

 

Tilvildarlig sambond

Hav kynsligt samband við so fá sum til ber, helst bert ein.

Halt teg frá tilvildarligum kynsligum sambondum. Hav ikki kynsligt samband við prostituerað og fólk, ið nýta rúseitur innanæðra. Nýt í hvussu er hít.

Ver tí fyrivarin og tak við tær hítir, so ert tú í hvussu er fyrireikað/ur og kanst vísa umsorgan fyri tær sjálvum og teimum, tú møguliga kemur at hava kynsligt samband við.

 

Um tú nýtir hít, ert tú eisini vard/ur ímóti smittu við øðrum kynsbornum sjúkum, so sum gonore, syfilis og klamydia.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr