Sáttmálin loksins lagdur út

Sáttmálin millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag er nú tøkur í einari fyribilsútgávu.

Tað hevur gingið striltið at fáa samanskrivað tær tríggjar semjurnar, sum manningarfeløgini fyri nú nógvum mánaðum síðani gjørdu við Føroya Reiðarafelag, inn í sáttmálatekstin, og tað er skiljandi, at menn vóru farnir at ótlnast.

Tær tríggjar semjurnar eru gjørdar millum Føroya Reiðarafelag og ávikavist Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelag.
Seinastu nógvu árini hava tey trý manningarfeløgini havt bara ein sáttmálatekst við felagsreglum, og har ásetingar, sum eru ymiskar fyri einstøku feløgini eru frámerktar í litum.

Nú hevur Føroya Fiskimannafelag tó gjørt av, at tað ber ikki til at bíða longur eftir einum lidnum sáttmálateksti, og tí verður ein fyribils-útgáva nú løgd út á heimasíðuna.

Útgávan er tó ikki meria fyribils, enn at alt, sum stendur í henni, er rætt og í samsvar við semjurnar. Men okkurt “hol” er, sum enn ikki er klárt at fylla út. Í høvuðsheitum snýr tað seg um § 17 stk. 2, sum snýr seg um ymiskar loyvdar frádráttir.
Seinastu árini eru hesir frádráttir listaðir upp í eina talvu, men nógvir feilir hava verið í henni, og tí er hon ikki tikin við í sáttmálan, sum er lagdur út her.

Tá partarnir í næstum eru púra lidnir við dagføringina av talvuni umframt onkra aðra justering, verður ein fullfíggjaður sáttmálatekstur lagdur út.
Fyribilsútgávan av sáttmálanum kann síggjast her.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr