Sámal Ravnsfjall spælir

Sámal Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg, tá Fiskimannafelagið hevur opið hús á Bryggjubakka í kvøld. Tað verður aftaná filmssýningina í Havnar Bio.

Góður tónleikur verður eisini á skránni á hugnakvøldinum hjá Fiskimannafelagnum í kvøld. Felagið hevur opið hús í fundarhølinum uppiá í Kaffihúsinum á Bryggjubakka klokkan 19 til midnátt, og aftaná trolarafilmin Livjatan, sum verður sýndur klokkan 20, fer Sámal Ravnsfjall at spæla nøkur løg, og Birgir Enni borðreiðir við fiskasuppu.
Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, meðan restin gongur fyri seg uppiá í Kaffihúsinum.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr