Filmur og FF-hugni

Hugnakvøldið hjá Fiskimannafelagnum mikukvøldið verður í fundarhølinum uppiá í Kaffihúsinum. Inngongd omanfyri - á Bryggubakka. Kvøldið byrjar klokkan 19 og heldur áfram eftir filmssýningina, sum verður í Havnar Bio.

Enn eru nøkur ókeypis atgongumerki eftir til filmin Livjatan, sum verður vístur í Havnar Bio í annaðkvøld. Atgongumerkini fáast í Fiskimannfelagnum, Bryggjubakki 14 í Havn. Eisini ber til at bíleggja tey við at ringja til Fiskimannafelagið á tlf. 356000 ella 311569 í skrivstovutíðini kl 9 – 16.

Livjatan er tikin upp umborð á einum amerikonskum botnfiskatrolara, har menninir ein heilan túr høvdu sonevnd go-pro upptøkutól á sær.
Afturvið filminum í Havnar Bio bjóðar Fiskimannafelagið eina Slupp-øl og skipskeks.

Í sambandi við filmssýningina, ið er hin fyrsta á Filmsdøgunum hjá Filmsfelagnum, hevur Fiskimannafelagið opið hús alt kvøldið í fundarhølunum uppiá í Kaffihúsinum í Vágsbotni, inngongd omanfyri, á Bryggjubakka.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr