Reality-filmur av skipsdekki

Fiskimenn og Føroya Fiskimannafelag verða í miðdeplinum, tá Filmsfelagið í næstu viku skipar fyri Filmsdøgum í Havnar Bio. Fyrsti filmurin verður sýndur mikukvøldið og er ein dokumentarfilmur um lívið umborð á einum amerkonskum botnfiskatrolara. Atgongumerki kunnu bíleggjast í Fiskimannafelagnum, sum alt kvøldið hevur opið hús í Kaffihúsinum í Vágsbotni.

Hvussu er arbeiðs- og gerandislívið umborð á fiskiskipum? Tað hugsa óivað nógvir føroyingar ofta um, og mikukvøldið verður ein gyltur møguleiki at finna út av tí. Tá verður filmurin Livjatan ( á enskum Leviathan) nevniliga sýndur í Havnar Bio sum hin fyrsti filmurin í Filmsdøgunum, sum Filmsfelagið skipar fyri.

Skunda tær at útvega tær atgongumerki! Tað fæst við at venda sær til Fiskimannafelagið á tlf. 35 60 00 ella 31 15 69 og Fiskimannafelagið stuðlar og bjóðar eisini skipskeks og Slupp-øl afturvið sýningini, sum byrjar klokkan 20.

Lívið umborð
Gamaní er Livjatan um lívið umborð á einum amerikonskum botnfiskatrolara, men flestu føroysku fiskimenn munnu kortini fara at kenna seg aftur í hesum filminum. Og sjálvandi verður filmurin eins forvitnisligur hjá royndum fiskimonnum at síggja sum hjá teimum, ið ikki frammanundan kenna til lívið umborð.

Filmurin er ein eksperimenterandi amerikanskur fiskivinnufilmur. Heitið hevur filmurin fingið úr bíbliusøgunum dýrið í sjónum, sum ber sama navn. Talan er um ein heimildarfilm – dokumentarfilm – sum á ein nýskapandi hátt lýsir sjólívið, sum tað sæst og hoyrist uttan orðaskifti og nærri frágreiðingar umborð á botnfiskatrolaranum Athenu.

Tann hyggjandi er sum ein fluga á vegginum umborð, har menninir ein heilan túr hava havt smá upptøkutól heft á sær. Síðani eru upptøkurnar kliptar saman til ein film í vanligari spælifilmslongd.

 

Opið hús
Filmurin verður sýndur í Havnar Bio klokkan 20, men frammanundan, klokkan 19, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, nøkur orð í Kaffihúsinum í niðastu hædd í húsunum hjá Fiskimannafelagnum undir Bryggjubakka í Vágsbotni. Síðani er eisini opið hús í Kaffihúsinum til á midnátt, har allir fiskimenn við familjum og onnur, ið hava áhuga fyri sjólívinum eru vælkomin at hugna sær.

Øll skráin fyri Filmsdøgunum við umtalum sæst her.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr