Semjan

Alt innihaldið í semjuni millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag kann nú lesast.

 

27. mai kundu Jan Højgaard, formaður í føroya Fiskimannafelag, og Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag, taka lógvatak eftir at semjan var skrivað undir.

 

Føroya Fiskimannafelag skrivaði 27. mai undir semju við Føroya Reiðarafelag, og innihaldið varð tá í høvuðsheitum lýst í grein í her á síðuni. Fyri ikki at órógva samráðingarnar hjá hinum báðum manningarfeløgunum, sum ikki vóru komin á mál tá, var tó gjørt av at bíða við at almannakunngera allar smálutirnar í semjuni.

Nú verður hon tó almannakunngjørd, tí í dag hava Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag góðtikið og skrivað undir semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar seint í nátt. Semingsmenninir vórðu boðsendir í seinastu viku, tá partarnir ikki komu longur í sínamillum samráðingunum.

Vantandi skrivar Maskinmeistarafelagið eisini undir í hesi vikuni. Tað felagið hevur langt síðani gjørt eina ávegis semju, har at kalla alt var komið upp á pláss, men hevur so bíðað eftir endaliga úrslitinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum.

Sí viðfestar pdf´ar her á síðuni:

Semjan millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag
Undirskjal 1
Undirskjal 2

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr