Manningarfeløg heita á løgmann um at steðga Anitu

Tey trý manningarfeløgini hava í dag sent løgmanni bræv, har tey heita á hann um at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu.
(Mynd: Kiran Jóanesarson)

“Tað, sum er komið fram um hetta skipið og øll tess virðurskifti síðani syndarligu vanlukkuna umborð 11. februar í ár, tá ein indonesiskur sjómaður sjólætst, ber boð um so nógv óskil umborð á skipinum og viðvíkjandi umstøðunum hjá manningini og ein so ræðandi hugburð hjá bæði reiðaríi og skipara, at vit sum manningarfeløg mugu taka stóra frástøðu frá hesum og tí vilja ávara okkara limir ímóti at mynstra við skipinum.”
Soleiðis skriva Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, millum annað í brævi, tey í dag hava handað løgmanni, og har tey heita á hann um at taka øll fiskirættindi frá garnaskipinum Anitu.

Skipið fór á svartkalvaveiðu aftur fyri umleið einari viku síðani, eftir at hava verið í Spania til umvælingar.

Tað var 11. februar í ár, at ein vanlukka umborð á garnaskipinum Anitu endaði við, at ein 34 ára gamal indonesiskur sjómaður sló út og ongantíð kom afturíaftur.

Tá skipið út ímóti tveimum vikum seinni loksins kom inn, komu undan kavi ein rúgva av óregliligum viðurskiftum umborð, umframt at skipið hevði fiskað ólógliga. Rættarliga endaði tað við, at sjey ákærur vórðu reistar um brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Hesi málini liggja enn í rættarskipanini, og umsitingarliga er onki serligt hent í málinum higartil.

Annar skiparin á Anitu, sum eisini var við vanlukkutúrin, er nevniliga beiggi Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, og tískil er alt ráðið, sum tað er, vorðið ógegnigt at taka avgerðir viðvíkjandi skipinum. Í staðin er tað Løgmansskrivstovan við sjálvum løgmanni á odda, ið hevur yvirtikið alla málsviðgerð viðvíkjandi Anitu.

Brævið, ið tey trý manningarfeløgini hava handað løgmanni, sæst her.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr