Fiskivinnufundur í Klaksvík - myndarøð

Luttøkan á fiskivinnufundinum undan sjómannadegnum var lakari í ár enn undanfarin ár. Sera ymisku fiskidaga-tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini fekk nógva umrøðu, og breið semja var millum bæði pallborðsluttakararnar og áhoyrararnar um, at fiskifrøðin og vinnan fram eftir skulu gera eitt felags tilmæli til Løgtingið at taka støðu til.

Afturvendandi fiskivinnufundurin undan sjómannadegnum var ikki so væl vitjaður í ár sum undanfarin ár, men tað var ikki tí, at hann var minni áhugaverdur. Fiskifrøðingarnir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund frá Havstovuni høvdu hvør sína framløgu um støðuna og útlitini fyri ávikavist uppsjóvarstovnarnar og botnfiskastovnarnar. Sildastovnurin er í minking og nærkast markinum, har serfrøðin fer at tendra ávaringarljósini, men bæði svartkjaftastovnurin og makrelstovnurin eru stórir og hava tað gott. Flestu botnfiskastovnarnir eru enn illa fyri, men eisini her eru positiv tekin at hóma, eitt nú við toskastovninum, sum kunnu geva ábendingar um, at hann fer at koma betri fyri seg.

Umframt teir báðar fiskifrøðingarnar var pallborðið mannað við Herálvi Joensen, stjóra í Føroya Reiðarafelag, og Dennis Holm, formanni í Fiskidaganevndini. Teir báðir høvdu eisini stuttar framløgur, áðrenn latið var upp fyri spurningum frá áhoyrarunum og kjaki.

Ymisk tilmæli
Eitt evni, ið fekk eina mest umrøðu, var sera ymisku fiskidaga-tilmælini sum Havstovan og Fiskidaganevndin hvørt ár koma við, og breið semja var millum bæði pallborðsluttakararnar og áhoyrararnar um, at skipanin eigur at broytast, so fiskifrøðin og vinnan fram eftir eru saman um at gera eitt og bara eitt tilmæli til Løgtingið at taka støðu til. Tað vóru teir báðir royndu útvarpsvertirnir, Jón Brian Hvidtfeldt frá Miðlahúsinum og Jóhan Mortensen frá Kringvarpi Føroya, ið stýrdu fundinum. Fiskivinnufundurin var mikukvøldið, og annars hevur okkurt verið á skránni í Klaksvík alla vikuna undan sjálvum sjómannadegnum, ið verður í morgin. Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík bjóðar vælkomin klokkan 10.45, og síðani setir Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sjómannadagin.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr