Blokada skal haldast

Asbjørn Senior kemur sum skilst inn at landa í dag, men manningarfeløgini hava eisini lýst blokadu móti skipinum, og tí kunnu skipini, ið fiska, ikki lata fisk til skipið fram eftir.

Av makrelfeltinum frættist í gjárkvøldið, at Asbjørn Senior var farin at sigla inn at landa, men tað verður trupult hjá honum at gera meira enn hesa einu ferðina. Øll trý manningarfeløgini hava nevniliga lýst blokadu móti skipinum á feltinum, og Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið eisini, tá tað snýr seg um gera arbeiði á landi í sambandi við skipið. 

Í lýsingini um blokaduna á sjónum verður noktað limunum í teimum trimum manningarfeløgunum á øðrum skipum at viðvirka til, at fiskur fer umborð á Asbjørn senior.
Sum skilst hevur Asbjørn Senior tikið ímóti fiski frá trolaraparinum Kúrbergi og Phoenix. Men hesum forðar lýsta blokadan nú.

”Blokadan má virðast, tað má liggja púra fast, og fyri okkara viðkomandi og limunum í Føroya Skipara- og Navigatørfelag er blokadan eisini galdandi fyri arbeiði á landi, sum hevur við Asbjørn Senior at gera ”, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Orsøkin til, at Maskinmeistarafelagið ikki enn hevur lýst blokadu á landi, er, at felagið her er bundið av sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag, har feløgini hava eina fráboðanarskyldu, ið merkir, at stríðsstig skulu fráboðast sáttmálapartinum í minsta lagi 48 tímar, áðrenn tey verða verða lýst og sett í gildi.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr