Avtala gjørd um flutningsskip

Manningarfeløgini skrivaðu í gjár undir eina avtalu um flutningsskip við reiðaríið North West Pelagic í Miðvági og reiðarísamtøkini J. F. K í Klaksvík, Varðan í Gøtu, Framherja í Fuglafirði og Faroe Origin í Saltangará.
Eftir nýggju avtaluni verður søluvirðið býtt soleiðis, at flutningsskip uttan veiði- og fiskiloyvi fáa 34 prosent av søluvirðinum, skip við veiði- og fiskiloyvi fáa 40 prosent, og skip vi veiði- og fiskiloyvi undir sáttmálanum fyri ídnaðarskip fáa 45 prosent. Restina fáa skipini, ið lat fiskin til flutningsskipini. Hesi reiðaríini høvdu, áðrenn avtalan varð gjørd, umvegis Føroya Reiðarafelag upplýst manningarfeløgini um, at tey fyribils brúktu sáttmálarnar, sum høvdu verið galdandi, um flutningsskipini høvdu verið til fiskiskap, til nýggj avtala varð gjørd.

Hetta var góðtikið av manningarfeløgunum, og tískil var ikki neyðugt at seta stríðsstig í verk móti hesum skipum. ”Teir mynstraðu eftir góðkendum sáttmálum, so har gekk alt fyri seg eftir skipaðum viðurskiftum. Men av tí, at flutningsskip ikki beinleiðis eru nevnd í sáttmálunum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, halda vit tað vera neyðugt at fáa eina serskilda avtalu. Tað hava vit so fingið nú við hesi reiðaríini. Um fleiri flutningsskip ætla sær á feltið, so skulu tey eisini ganga undir hesa avtaluna, tí ongin onnur avtala um flutningsskip verður gjørd nú”, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Hann dylir ikki, at hann helst hevði viljað havt væl betri stundir at gjørt hesa avtaluna. Hon er tó tíðaravmarkað at galda hetta árið út. Í øllum førum eitt reiðarí, Ocean Group Faroes, ið eigur Asbjørn Senior, hevur longu sett seg uttanfyri allar avtalur.

”Tað reiðaríið gongur sína egnu leið, so har verður sjálvsagt trupult at gera avtalu, og bæði mynstringarbann og blokada standa við har. Vit vóru noydd at seta hesi tiltøkini í verk móti Asbjørn Senior, tí skipið fór í vinnu uttan at hava gjørt nakra avtalu av nøkrum slagi við manningarfeløgini. Men mynstringarbann og blokada ímóti øðrum reiðaríum verða ikki lýst, fyrr enn eitt brot er staðfest”, leggur Jan Højgaard dent á.

Nýggja avtalan um flutningsskipini hjá teimum fimm reiðaríunum og reiðarísamtøkunum sæst her.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr