Seljarin eigur valdið á Asbjørn Senior

Danska reiðaríið, ið hevur selt Asbjørn Senior til Suðuroyar, hevur enn fíggjarliga valdið í felagnum. Endamálið er bara at fáa raksturin at bera seg, sigur seljarin.

Á pappírinum hevur partafelagið Ocean Group Faroes, sum suðuroyingar við Alexi Vilhelm, reiðara, og Finnjørn Poulsen, nevndarformanni,  á odda hava keypt frá Thor í Hósvík, keypt Asbjørn Senior fyri 67 milliónir krónur frá danska partsreiðarínum Asbjørn, sum hevur føroyskar eigarar. Men seljarin sjálvur hevur framvegis fíggjarliga valdið á skipinum. Tað váttar Fríði Magnusen, reiðari.

Spurdur, hví teir eru komnir hendavegin við skipinum, og hvssu nógv teir ætla at leggja fyri, fyri at sleppa upp í part í føroyska uppsjóvarfiskiskapinum, svarar hann:
”Vit hava bara eina dagsskrá, og tað er at fáa ein skilagóðan rakstur í skipið. Tað vóna vit, at vit fáa, men tað er greitt, at verða ov nógvir trupulleikar, so hava vit eitt mark fyri, hvussu nógva orku, vit vilja leggja í verkætlanina”, sigur Fríði Magnusen.

Hann og onnur umboð fyri danska reiðaríið eru við skipinum ta fyrstu tíðina at leggja nýggju eigarunu lag á. Fríði Magnusen og hini úr danska reiðarínum mynstra tó sum ferðafólk, tí tey hava ikki føroyskt góðkent trygdarskeið. Hann hevur ikki hug at gera viðmerkingar til mynstringarbannið ella viðurskiftini yvirhøvur millum Ocean Group Faroes og manningarfeløgini.

Føroya Fiskimannafelag

Endamál felagsins er at fáa fiskimenn og sjófólk at standa saman í felagsskapi til at bøta um kor síni og at starvast fyri øllum, ið kann vera fiskivinnu og sjófólki til frama.

Upplatingartíðir: Mánadag til fríggjadag 8 - 15.

Bryggjubakki 14-17. Telefon 356 000.

E-postur: info@fiskimannafelag.fo

Títt virkna fakfelag

Facebook 

Nýggjastu myndirnar á Flickr